Innanlands

Vóna at fleiri vilja hjálpa at selja

Fleiri vit eru, fleiri kunnu vit hjálpa, sigur Barnabati um jólahjálpina

2018-10-23 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Barnabati hevur í ár gjørt ein jólakalendara við eini mynd á framsíðuni til børnini at lita. Tað er Heiðrik, sum hevur teknað myndina. Fýra vinningar eru á jólakalendaranum, og drigið verður hvønn sunnudag í advent.

- Vónandi fáa vit nógva og góða hjálp kring alt landið at selja jólakalendarin. Tey, ið hava áhuga, kunnu ringja ella skriva til Barnabata, sigur felagsskapurin.

Tá freistin at søkja um jólahjálp var úti í desember 2017, hevði Barnabati fingið umsóknir um jólahjálp frá 255 barna­familjum. Talan var um einar 50 umsóknir færri enn í 2016. 

Nógv tann størsti parturin av umsóknunum var frá barnafamiljum, sum vóru í fátækraváða. Í 2017 høvdu 218 barnafamiljur í fátækraváða søkt um jólahjálp frá Barnabata. Tilsamans var talan um 800 fólk, harav 455 vóru børn. Umsóknirnar eru frá familjum kring alt landið. 

Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at so at siga allar barnafamiljur, sum hava søkt um jólahjálp undanfarnu árini, liva undir fíggjarliga trongum korum, og hann sigur seg vóna, at tað eisini fer at bera til at veita hesum familjum jólahjálp í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder