
Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas vónar, at ES kann samtykkja nýggj revsitiltøk móti Russlandi - tann sonevndi 18. revsipakkin - í dag ella í morgin.
Tað segði hon við miðlar í dag undan einum fundi hjá ES-uttanríkismálaráðharrum í Brússel.
– Vit vóna, at vit annaðhvørt í dag ella í morgin samtykkja 18. revsipakkan. Eg vóni, at tað verður í dag, men enn er nakað av arbeiði at gera, segði hon sambært Ritzau.
Revsitiltøkini í 18. revsipakkanum hava til endamáls at raka russiskar peningastovnar, orkuøkið og hernaðarídnaðin.
Higartil er tað tó ikki eydnast at finna semju um nýggju revsitiltøkini, sum skulu samtykkjast av øllum ES-limalondunum.
Forsætisráðharrin í Slovakia hevur m.a. blokerað fyri uppskotinum orsakað av einum uppskoti hjá ES-nevndini um at banna innflutningin av russiskum gassi frá 2027.
Eisini Malta og Ungarn hava verið ivasom, tá tað kemur til at samtykkja nýggju revsitiltøkini.
Umframt at banna innflutning av russiskum gassi er eisini ætlanin at lækka prísloftið á olju úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald