Aftur í ár bjóðar Vesturkirkjan til kvøldgudstænastu beint undan jólum, 21. desember klokkan 19.30, stytsta dag.
– Troyst og vón verða boðað, tí sorg og saknur tyngja serliga hesar dagar, og tankarnir reika. Vit syngja kendar jólasálmar, og vit sita í kvirru. Eisini kemur Magni Christiansen at framføra nakrar sangir.
– Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri. Eisini er høvi at tendra eitt ljós fyri einum kærum í ljóskúluna, boða prestarnir í Vesurkirkjuni frá í tíðindaskrivi.
Andakt og altargongd verður eisini, og kirkjukaffi verður aftaná.
Prestarnir í Vesturkirkjuni, Heri Joensen, Bergur Debes Joensen, og Derhard Jógvansson luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald