2026-05-08 08:17
Mánadagin skipaði Vørn fyri oljudálkingarvenjing á Skálafjørðinum.
Við í venjingini vóru Brimil, manningin á Tjaldrinum, Runavíkar sløkkjulið, Fuglafjarðar sløkkjulið, MRCC og Arbeiðseftirlitið.
Vørn skipar javnan fyri slíkum venjingum í samstarvi við stovnar, bjargingarfeløg og onnur fyri at tryggja, at tilbúgvingin altíð er klár at handfara møguligar oljudálkingar.
![]()
(Mynd: Vørn)
Undir venjingini mánadagin vórðu uml. 400 metrar av oljusperrum lagdir út.
Arbeiðið gekk væl. Alt riggaði sum ætlað, og samstarvið millum luttakararnar var gott, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald