Fólkatalið í Føroyum veksur framvegis við lítlu ferðini, sum vit hava sæð í ár og í fjør.
1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1 prosent uppá eitt ár, sum er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 196 og eini nettoflyting á 349 fólk.
Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið vaksið meiri, enn nettoflytingin er minkað. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet størri enn tíðarskeiði november 2021- november 2022.
Lítil minking í flytingunum
Trendarnir vísa, at ein lítil minking hómast í bæði tilflyting og fráflyting, sum annars hava fylgst óvanliga væl seinastu 3 árini. Nettoflytingin er tí ikki broytt so nógv hesa tíðina, hóast broytingar hava verið í til- og fráflytingini.
Fram til í fjørsummar vuksu flytingarnar nógv, soleiðis at tilflytingin kom líka upp á sama stig sum um aldarskiftið, meðan fráflytingin vaks upp á sama stig, sum hon var á, áðrenn fólkavøksturin byrjaði fyri 10 árum síðani. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í til- og fráflytingini.
Færri føðast og færri doyggja
Trendarnir vísa, at deyðatalið, sum var óvanliga stórt í 2022, nú er aftur á undanfarna stigi. Mánaðarliga gongdin í føðitalinum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020 og er nú á sama stigi sum í 2015.
Spakuliga minkingin í føðitalinum og stóra minkingin í deyðatalinum hava tí økt munandi um burðaravlopið samanborið við, hvussu lítið tað var í fjør. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.
Ikki-danskir ríkisborgarar økja um fólkatalið
Samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, er nógv broytt. Um vit samanbera seinasta árið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá.
Seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.
Størsti vøkstur í størstu kommununum
Trettan av teimum 29 kommununum hava fleiri enn 1000 íbúgvar. Av teimum trettan kommununum vaks fólkatalið mest í tali í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, meðan Nes kommuna hevði størsta lutfalsliga fólkavøksturin seinasta árið.
Í trimum av teimum trettan kommununum minkaði fólkatalið seinasta árið. Tað var í Tvøroyrar, Sørvágs og Vágs kommunu.
Av teimum sekstan kommununum við færri enn 1000 íbúgvu, vaks fólkatalið mest í Sands og Eiðis kommunu, meðan fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Porkeris kommunu.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber til at síggja fleiri tøl, sum vísa fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november 2022 og 2023.
Hagstova Føroya