
Tað vóru nógvir bilar, sum stóðu fastir á landsvegunum og aðrastaðni í gjár, og Landsverk og løgreglan royndu at hjálpa.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum vóru serliga trupulleikar á Velbastaðshálsi, Sandavágshálsi og á Vestmannavegnum.
Avgerð varð tikin um at lata aftur fyri ferðslu á ymiskum strekkjum, og í nøkrum førum var skipað fyri rekkjukoyring, so at fólk sluppu framm.
Løgreglan mælti, í samráð við Landsverk, at mæla frá allari óneyðugari ferðslu. Vaktleiðaran sigur við Portalin, at hetta sær út til at hava eydnast væl. Einki frættist um bilar, ið stóðu fastir seint í gjárkvøldið.
Landsverk boðaði klokkan 06.30 frá, at teir hava grivið høvuðsleiðirnar, og nú er koyrandi sum vanligt í størsta partinum av landinum.
- Í mun til tann kavan, sum er komin niður, so hevur tað gingið væl, og fólk hava tikið kunningina til sín, sigur vatkleiðarin.
Les eisini: Nú er støðan betri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald