
Í eina tíð hevur tekniska deild hjá Runavíkar kommunu arbeitt við at víðka kirkjugarðin í Rituvík. Hann er komin at mørkum, og nú verkætlanin var boðin út, átti felagið Voyt, sum Eyðstein Skipanes og Johannes Johannesen eiga, lægsta
boðið.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
160 dupultar gravir vera í nýggja partinum av kirkjugarðinum. Sáttmálin kostar kommununi áleið 1,6 milliónir krónur.
Johannes Johannesen og borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, skrivaðu undir arbeiðssáttmálan í góðveðrinum í Rituvík í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald