2018-10-18 15:50
Danskir og amerikanskir fornfrøðingar hava mest sannlíkt funnið vrakini eftir tveimum donskum trælaskipum frá 1710. Hetta árið hvurvu tvey donsku trælaskip, tá tey vónleyst royndi at sigla frá Afrika til táverandi danska Vestindia uttan mat.
- Vit hava gjørt vísindaligar kanningar av vrakunum, og vit eru sera vís á, at talan er um leivdirnar av teimum báðu donsku trælaskipunm “Chrstianus Quintus” og “Fridericus Quartus”, sigur Andreas Kallmeyer Bloch, sum er marinufornfrøðingur sambært TV2.
Størsta prógvi um at hetta eru donsku skipini, eru 38.600 danskir múrsteinar, sum eru tiknir av skipunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald