Innanlands

Vunnu hús fyri 2,6 milliónir: Nú mugu tey sjálvi leggja pengar á borðið

Tað er ikki ókeypis at vinna eini hús

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2020-11-26 12:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen vunnu í gjár eini hús í sendingini Nybyggerne á TV2. Húsini hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur.

Men tað er ikki skattafrítt. Ekstrablaðið skrivar, at føroyska parið skal rinda skatt av húsinum.

Soleiðis sá tað út tá tað varð kunngjørt, at Sunnvá og Martin vunnu (TV2 Play)

Hanne Sønderby, løgfrøðiligur ráðgevi hjá TV2 sigur við blaðið, at tað eru greiðar mannagongdir um hetta.

Í Nybyggerne verða leikararnir funnir umvegis eina casting ella upptøkuroynd, og tá skal b-skattur rindast av vinninginum.

Í hesum føri verður vinningurin skattliga sæddur sum løn fyri luttøku í sendingini, og luttakararnir skulu tí rinda vanligan inntøkuskatt av virðinum. Luttøkan verður mett at vera arbeiði, og tí skulu tey rinda b-skat, sigur Hanne Sønderby við Ekstrablaðið.

Hetta er ikki nakað sum TV2 hjálpir luttakarunum við, men verður vanliga gjørt við einum realkreditláni, upplýsir Hanne Sønderby.

Ekstrablaðið skrivar dømi um, at tá Lise og Michael í 2016 vunnu eini hús í Farum í somu sending, vórðu tey eisini noydd at fara ein túr í bankan at fíggja skattin av vinninginum upp á 3,4 milliónir krónur. Tey rindaðu helvtina av húsinum sjálvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder