Uttanlands

Walz skal finna demokratiska stevið aftur

Demokratarnir vóna, at hann megnar at tosa serliga við hvítu arbeiðararnar, so at tey aftur kunnu savnast um demokratiska flokkin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-07 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár gjørdist greitt, at tað verður guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, sum kemur at standa undir liðini hjá Kamala Harris, sum varaforsetavalevni til amerikanska forsetavalið 5. september.

Tim Walz er 60 ára gamal og hevur avrikað nógv í sínum lívi. Í løtuni røkir hann embætið sum guvernørur í Minnesota – hetta er hansara annað valskeið.

- Eg eri errin av at kunna boða frá, at eg havi biðið Tim Walz um at stilla upp saman við mær. Eitt av tí, sum rakti meg við Tim, er stóran týdning tað hevur fyri hann at arbeiða fyri miðalstættini. Tað er persónligt, skrivaði Harris á Instagram.

Harris vísti eisini á, hvussu familjan hjá Walz mátti liva av vælferðarhjálp eftir at pápin doyði, og at Walz hevur gjørt tænastu í amerikansku tjóðarverjuni í 24 ár.

Tim Walz er føddur í Nebraska, og er útbúgvin lærari. Sum lærari var hann eisini venjarin fyri skúlaliðnum í amerikanskum fótbólti.

Sum demokratiskur politikari hevur hann millum annað verið við til at fremja liberalar nýskipanir í Minnesota, millum annað ókeypis skúlamáltíðir og løggilding av kannabis-nýtslu.

Hann hevur eisini drúgvar royndir í amerikansku kongressini, er fyri fosturtøku og herdari vápnalóggávu.

Annars er hann lutfalsliga ókendur millum vanligar amerikanarar, og hann var heldur ikki upprunaliga millum tey nøvnini, sum vóru nevnd, sum møgulig varaforsetavalevni.

Seinastu vikurnar er umdømið hjá honum vorðið alsamt betri, ikki minst gjøgnum sosialar miðlar, og orsaka av síni fólksligu atferð.

[object Object]

Walz hevur kallað mótstøðuvalevnini Donald Trump og JD Vance fyri “weird guys” í einum klippi, ið var nógv deilt.

Sambært CNN var tað góða kemiin við Walz, sum gjørdist avgerandi, tá varaforsetavalaevnið skuldi veljast. Annars kendust tey ikki stórvegis frammanundan.

Eygleiðarar meta Walz at vera ein persónur, sum kann savna og sameina demokratarnar, og eisini ein, ið kann fáa heim aftur veljarar, sum eru mistir yvir til Donald Trump.

Demokratarnir vóna, at hann megnar at tosa serliga við hvítu arbeiðararnar, so at tey aftur kunnu savnast um demokratiska flokkin. Serliga verður tosað um “blue collar” stættina, altso verkafólk í bláum arbeiðsklæðum, sum er ein týðandi veljarabólkur, serliga í Pennsylvania, Michigan og Wisconsin.

Eisini eru Harris og Walz samd í týðandi demokratiskum spurningum, so sum abortrættindi og rættindi til LGBTQ+ persónar, sum eru sera týðandi fyri demokratiska valstríðið.

Keldur: Yle við bakgrund í CNN, AP og Reuters

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder