Innanlands

Watson skal sita inni í tríggjar vikur afturat

Varðhaldsfongslingin í Nuuk er aftur longd - hesaferð til 13. november. Vandin fyri flýggjan, meðan bíðað verður eftir boðum úr Danmark, er stórur, er metingin

Tað var stórur áhugi fyri rættarfundinum í Nuuk fyrr í dag - so stórur at neyðugt var at seta eyka stólar upp. Paul Watson gremur seg um umstøðurnar og er stúrin fyri at verða útflýggjaður til Japan (Mynd: Leiff Josefsen/sermitsiaq)

Tað var stórur áhugi fyri rættarfundinum í Nuuk fyrr í dag - so stórur at neyðugt var at seta eyka stólar upp. Paul Watson gremur seg um umstøðurnar og er stúrin fyri at verða útflýggjaður til Japan (Mynd: Leiff Josefsen/sermitsiaq)

2024-10-23 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var stórur áhugi fyri rættarfundinum í Nuuk fyrr í dag - so stórur at neyðugt var at seta eyka stólar upp.

Hetta skrivar sermitsiaq.ag. Grøndlendski miðilin var á staðnum, tá dómarin tók avgerð um at leingja varðhaldsfongslingina hjá Paul Watson við trimum vikum.

Tað eru nú beint yvir tríggir mánaðir síðani, at Paul Watson varð handtikin í Nuuk . Síðani hevur verið bíðað eftir, at danska løgmálaráðið tekur støðu til, hvørt Watson skal útflýggjast til Japan. Har liggja handtøkuboð eftir atgerðarmanninum.

Watson og verjin royndu at vísa á, at umstøðurnar ikki eru góðar í varðhaldinum, vandan við at verða útflýggjaður til Japan, og at tað sum hann er ákærdur fyri ikki hevur so nógv uppá seg sum fordømini vísa á - at atgerðinar í Japan enn tá hava verið lógligar.

Ákærin vísti tó á, at vandin fyri flýggjan er lutfalsliga stórur. Tí skal hann framhaldandi afturhaldas, sikrivar sermitsiaq.

Soleiðis verður eisini. Tað verður í fyrstu syftu til 13. november. Bíðað verður framvegis eftir boðum úr danska løgmálaráðnum. Tað er óvist, nær avgerðin um hvørt 73-ára gamli kandiumaðurin/amerikanarin skal útflýggjast ella ikki, verður tikin.

Sí eisini: Brigitte Bardot blandar seg í Watson-málið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder