Innanlands

Watson sleppur ikki á hotell - skal vera í fongsli

Tað ætlaðu verjarnir hjá Paul Watson annars

Paul Watson

Paul Watson

2024-08-15 22:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býarrætturin í Nuuk avgjørdi í dag, at hvalaaktivisturin Paul Watson framhaldandi skal sita varðhaldsfongslaður í Grønlandi, meðan danska løgmálaráðið tekur avgerð um hann skal útflýggjast til Japan.

Verjarnir hjá Paul Watson kravdu annars á rættarfundinum, at hann slapp at búgva á hotelli meðan bíðað verður eftir avgerðini og skutu upp, at hann lat sítt pass inn.

Hetta vildi ákærin tó ikki.

Undir grundlógaravhoyringini og á rættarfundinum í dag, kom fram, at hann stakk av tá hann í Týsklandi í 2012 eisini var handtikin og afturhildin.

- Tí meta vit, at tað er ein møguleiki fyri at hann aftur flýggjar, og vit eru tí noydd til, at hann hava hann í varðhaldi til avgerðin er tikin, sigur Miriam Khahil, høvuðsákæri hjá grønlendsku løgregluni, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.ag.

Paul Watson skal sita í varðhaldi til 5. september, og 4. september verður rættarfundur um møguligan leingjan av fongslingini.

[object Object]Anstalten í Nuuk er har, sum Paul Watson er í varðhaldi

Paul Watson hevur kært avgerðina hjá rættinum í Nuuk til grønlendska landsrættin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder