Nøkulunda samstundis sum boðini um grindaboð í Hestfirði ljóðaðu í gjárkvøldið hevur maðurin handan felagsskapin Sea Shepherd, Paul Watson, gjørt enn ein vørr móti føroyska grindadrápinum.
Í eini viðmerking, sum hann hevur lagt út á sosialu miðlarnar, leggur hann út ein nýggjan taktikk fyri felagsskapin í stríðnum móti grindadrápi. Málið er nú at kunna og læra ferðafólk um ”føroysku ræðuleikarnar”.
Og retorikkurin hjá Paul Watson er tann sami – grindadráp verður umrøtt sum eitt ritual, sum verður endurtikið ár eftir ár.
- Sjálvandi eru ferðafólk av sadistiskum slag, ið leita eftir ræðuligum støðum sum hesum, eins og tey, ið skjóta fílar í Afrika ella fara til Íslands fyri at eta hvalabúff. Men flestu eldhugað ferðafólk øtast yvir harðskapin, tá føroyingar drepa springarar og grindahval, og bjóða børnum sínum kyksilvureitraða tvøstið, skrivar Paul Watson.
Hann mælir til at boykotta føroyska laksavinnu, og vísir á, at tað kann vera lykilin til at sannføra danir og føroyingar um, at grindadráp skal hoyra søguni til, eins og ránsfiskiskapurin.
- Sea Shepherd eigur at ganga hesa nýggju leið, fáa fatur einum góðum PR-ráðgeva, sum kann hjálpa við at ferðafólk um ráa sláturin av hesum óseku, klóku, sjálvtilvitandi, kenslubornu og hóttu djórunum, skrivar Paul Watson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald