Innanlands

Wenzel skal byggja nýtt

Gamla høllin skal takast niður og nýggj tíðarhóskandi høll skal byggjast

Skitsutekning

Skitsutekning

2019-01-05 08:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framsýningarhøllin, sum P/F Wenzel hevur í Akranesgøtu í Havnardali er ótíðarhóskandi, og treingir til totalumvæling.

Tí verður nú farið í holt við at byggja nýggja framsýningarhøll og sølubygning til nýggju Ford og Volvo bilarnir, sum bilasølan hevur.

Tað sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/f Wenzel.

[object Object]

[object Object]

Gamla høllin skal takast burtur, og hon fæst við avheintan, sigur stjórin. Hóast alupláturnar ikki kunnu brúkast er talan um gott stál og góða høll. Tilboðið er galdandi fyri tann, sum sjálvur kann heinta og taka sundur, og hetta skal vera skjótast gjørligt ella í seinasta lagi í februar, verður sagt.

Tað var um ársskiftið í fjør, at Rúni Djurhuus og saman við øðrum keypti P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen.

[object Object]

[object Object]Skitsa til nýggju høllina og sølubygningin hjá P/F Wenzel

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder