Uttanlands

Whiskey selt fyri 17,9 milliónir í London

Leygardagin varð ein fløska av Mccallan whiskey seld á uppboðssølu fyri 2,1 millión pund - 17,9 milliónir krónur

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2023-11-20 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð nýtt met sett, tá ein fløska av Mccallan whiskey frá 1926 varð seld á uppboðssølu fyri 2,1 millión pund ella 17,9 milliónir krónur.

Tað var auktiónshúsið Sotheby's í London, sum stóð fyri uppboðssøluni.

Talan var um eina sjáldsama whiskeyfløsku, tí har vórðu bert framleiddar 40 av teimum, og tær vórðu ongantíð settar til sølu. Í staðin vórðu tær m.a. givnar í gávu av bryggjarínum.

Undan uppboðssøluni varð virðið á fløskuni mett at vera millum 750.00 (6,4 milliónir krónur) og 1,2 milliónir pund (10,2 milliónir krónur).

Sambært bretskum miðlum er hetta tann dýrasta whiskeyfløskan, sum nakrantíð er seld á uppboðssølu. Í 2019 varð ein fløska av sama slagi seld fyri 1,5 milliónir pund á Sotheby's. Ein upphædd, ið svarar til 12,8 milliónir í okkara krónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder