
Heimsheilsustovnurin (WHO) hevur heitt á Taliban-stýrið í Afganistan um at strika avmarkingarnar fyri kvinnur, sum arbeiða hjá hjálparfelagsskapum, so tær m.a. sleppa at ferðast uttan at hava eitt mannfólk við sær.
Orsøkin til áheitanina er jarðskjálvtin, sum rakti eystara part av Afganistan 1. september og kravdi yvir 2.200 mannalív.
– Ein stórur trupulleiki í løtuni er trot á kvinnulig starvsfólk á hesum støðum, sigur Mukta Sharma, umboð fyri skrivstovuna hjá WHO í landinum sambært Ritzau.
Sambært Sharma eru umleið 90 prosent av læknafakligu starvsfólkunum á staðnum mannfólk, hini tíggju prosentini eru í høvuðsheitum ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað er ein avbjóðing, tá kvinnur skulu hava læknahjálp, tí at nógvar kvinnur í økinum eru ótryggar við at skula samskifta við mannligar læknar. Harumframt er tað ein avbjóðing hjá nógvum kvinnum, um tær noyðast at ferðast einsamallar fyri at fáa viðgerð, verður sagt.
Fýra ár eru liðin, síðan Taliban eftir tvey áratíggju fekk valdið aftur í Afganistan, og síðan hevur nýggja stýrið sett í gildi fleiri lógir, sum avmarka frælsið hjá kvinnum.
Í 2022 gav Taliban-stýrið boð um, at afganskar kvinnur, sum arbeiddu hjá hjálparfelagsskapum ikki longur kundu arbeiða uttanfyri heimið. Fleiri felagsskapir hava sæð ávís undantøk, men tey eru ikki nøktandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald