Sunnudagin verður hátíðarløta við Tinghúsveg 10 í Havn, tá Sloans Savn verður latið upp. Í hesum sambandi verður ein minnisvarði til minnis um William Gibson Sloan eisini avdúkaður.
Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. William Sloan var føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838, og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865. Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum.
Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús við Tinghúsvegin í Havn. Tað er í hesum húsunum – Sloans Húsi – við Tinghúsvegin 10, at Sloans Savn heldur til.
Meðan arbeitt varð við Sloans Savni, tóku einstaklingar stig til at reisa minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað.
Á hátíðarløtuni sunnudagin 8. februar klokkan 13.30 syngur Ebenezerkórið, hugleitt verður um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram.
Eftir hátíðarløtuna verður boðið verður til ein drekkamunn í Ebenezer aftaná. Tiltakið er alment.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald