- Williamsstova er nýtt framsýningarhøli, sum gevur listafólki eitt pláss mitt í hjartanum í býnum til at vísa fram sína list. Williamsstova er ætlað myndlistafólki at brúka til skeiðsvirksemi, verkstovur og ikki minst til framsýningar.
Soleiðis skrivar Myndlist um eitt nýtt gallarí, ið letur upp í høvuðsstaðnum leygardagin 3. apríl. Heitið kemur frá einum kendum havnarmanni - tað er til heiðurs fyri listamanninum William Heinesen (1900-1991).
Williamsstova fer at halda til í niðastu hædd á Niels Finsens Gøtu 16, millum Myndlist og Marjun Heimá, letur upp í morgin, leygardagin 3. apríl kl. 14.00 við søluframsýning.
- Arbeitt hevur verið fram ímóti at seta saman eina áhugaverda og fjølbroytta listaframsýning, sum umboðar føroyska samtíðarlist. Á framsýningini verða verk eftir Mikines, Ingálv av Reyni, Frimod Joensen, Steffan Danielsen, Torbjørn Olsen, Jóannis Kristiansen, Hansinu Iversen og øðrum til keyps. Eisini verða røður, tónleikur og okkurt gott til góman.
Eftir páskir verður møguleiki hjá einstaklingum og bólkum at leiga Williamsstovu til framsýningar frá hósdegi til og við týsdag, umframt at hava fyrilestrar og annað skeiðsvirksemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald