Innanlands

Wull skal royna seg í DM í íverksetan

Durita, Jenny Maria og Miriam, sum frá Tofta- og Runavíkar kommunuskúla umboða Føroyar í Kolding í dag

2023-04-20 08:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Barna og Útbúgvingarmálaráðið fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Vinnarin av Skúla FM 2023 í íverksetan gjørdist Wull, ið hevði framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku. 

Stovnararnir av bólkinum Wull eru Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. Flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla. 

Danmarksmeistaraskap

Sum vinnarar av SkúlaFM fekk Wull samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. Tað er í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, har kappast verður við skúlanæmingar runt um í Danmark og úr Grønlandi.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding í dag, hósdagin 20. apríl.

Les eisini: Wull vinnarar av SkúlaFM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder