Mentan

X Factor: Her eru vinnarasangirnir

Sokallaðu vinnarasangirnir - eisini tann hjá Tinu, sum ikki slapp at syngja sín í kvøld - eru nú at hoyra á Spotify

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-08 23:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinnarasangirnir á X Factorfinaluni í kvøld kunnu nú hoyrast á Spotify og øðrum plattformum á netinum, har til ber at hoyra tónleik.

Vinnarin av X Factor, Mads Moldt, hevur fingið sær eitt anna navn, nú hann leypur út í tað sum sangari. Fyri at finna hansara vinnarasang "Clingy" skalt tú leita eftir sangaranum, ið kallar seg Meum Zel:

Sera rørandi sangurin, sum Kári Fossdalsá sang til seinast, kallast "Believer":

Og so er tað vinnarasangurin hjá Tinu Mellemgaard. Av tí at hon gjørdist nummar trý í fyrstu atkvøðugreiðsluni í kvøld, so slapp hon ikki at syngja hann undir sjónvarpssendingini.

Men her er "Alting starter med en gnist":


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder