Tað verða løg hjá sangarum, sum eru blivnir kendir á sosialu miðlunum, sum X Factor luttakararnir skulu framføra í kvøld. Sonevndar “SoMe-stjørnur”.
TV2 hevur fyrrapartin kunngjørt hvørji løg, luttakararnir framføra, og sjálvsagt eisini hvat føroyingarnir Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, skulu syngja.
18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík sannførdi seinasta fríggjakvøld hyggjararnar og dómararnar at hon skuldi beinleiðis víðari. Hesaferð skal hon royna seg við “All I Need” hjá Jacob Collier feat. Mahalia & Ty Dolla $ign.
Toftamaðurin Kári Fossdalsá setti lív í við eldi, og sang seg beinleiðis víðari í sangkappingini hóast hann í fyrsta liveshow var í vandabólkinum.
Í kvøld fer hann at syngja ‘I’m so tired…' hjá Lauv & Troye Sivan.
Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard (Mynd: Sverri Egholm)
Til ber hjá føroyingum at atkvøða í X Factor við at senda sms til 1234.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald