2022-03-04 20:17
Bæði Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard høvdu tryggar og góðar framrørslur í øðrum umfari av X-Factor í kvøld.
Framførslurnar eru júst lidnar, og nú verður atkvøtt og bíðað eftir avgerðini um hvørjir tveir sangarar skulu upp at syngja fyri víðari luttøku í kappingini.
Fyri teir føroyingar, sum ætla at atkvøða nyttar einki at bíða til Xfactor verður sent í KvF, tí tá verður sent forskotið.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald