
Í dag er BRIKS-toppfundur í Rio de Janeiro í Brasil, men fyri fyrstu ferð er kinesiski forsetin, Xi Jinping ikki við á fundinum.
BRIKS-samstarvið, sum varð stovnað í 2009, eitur eftir teimum fimm stóru londunum, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika, men síðan BRIKS varð sett á stovn, men seinasta árið eru Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini eisini komin uppí.
Sambært CNN er eingin almenn grundgeving fyri, hví kinesiski forsetin, Xi Jinping ikki luttekur, men orsøkin kann sambært amerikanska miðlinum vera búskaparligu avleiðingarnar í Kina.
Russiski forsetin, Vladimir Putin er heldur ikki møttur persónliga upp, men hann luttekur umvegis netið. Orsøkin til hetta er, at hann er í vanda fyri at verða handtikin, um hann møtir upp í Brasil, at tí at Brasil er limur í Altjóða Revsidómstólinum ICC, sum hevur givið boð um at handtaka hann fyri krígsbrotsverk í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald