Innanlands

Ynskja almennan minningardag fyri Holocaust

Minningardagurin skal markera Holocaust og onnur fólkadráp

Børn í Auschwitz týningarleguni

Børn í Auschwitz týningarleguni

2019-02-12 10:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av málinum um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.

Tað er Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum vegna Fólkaflokkinum heitir á landsstýrið um at seta minningardagin í gildi.

Í viðmerkingunum til málið sigur Jógvan á Lakjuni, at ST tann 1. November 2005 samtykti einmælt, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og øll onnur fólkadráp. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi. 27. januar varð valdur, tí at hendan dagin komu sovjettiskar herdeildir fram til Auschwitz og fríaðu teir 9000 fangarnar, sum, eftir vóru, og sum tá hvørki orkaðu at ganga ella grulva.

Í uppskotinum stendur, at nøkur av ógvusligastu fólkadrápunum í 20. øld eru Holocaust, har 6 mió. jødar doyðu frá 1941-1945; Stalindrápini frá 1928-1953, har 11 til 14 mió. politisk mótstøðufólk doyðu; Reyðu Khmerdrápini frá 1975-1979, har 1,7 mió. kambodjanar doyðu; og Armenaradrápið 1915-1922, har 1,5 mió. armenar doyðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder