Innanlands

Ynskti at verja familjuna – kann fáa 2000 kr. í bót

Maður verður í Føroya rætti ákærdur fyri ólógligt sjónbandaeftirlit

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-10-10 14:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað, sum byrjaði við einum ynski um at verja familju sína, kann nú kosta einum manni 2000 kr. í bót. Ein maður var í dag í Føroya rætti, har hann verður ákærdur fyri at hava havt ólógligt sjónbandaeftirlit av øki uttanfyri hansara egna bústað í Tórshavn.

Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann og familja hansara seinastu árini hevur verið út fyri herverki og hóttanum frá grannanum. Maðurin valdi tí at seta vakmyndatól upp, so at hann kundi vísa á, at grannin kom inn á sítt grundøki.

Løgreglan metur tó, at maðurin ólógliga hevur upptøku av tí, sum fyriferst uttanfyri sítt egna grundøki. Løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá manninum og á sjónbandaupptøku sæst eitt nú almennur vegur, sum er ímóti lógini. Heldur ikki er loyvt at goyma upptøkurnar, og tí gav løgreglan boð um at vakmyndatólini skuldu takast niður. Maðurin hevur síðani sett nýggj vakmyndatól upp, tó uttan at hesi goyma upptøkuna.

Ákærin førdi fram, at maðurin átti at kent lógina ella átti at havt sett seg inn í hana, so at hann visti, at hetta slag av upptøka var ólóglig. Eisini segði ákærin, at løgreglan hevði ávarað mannin um, at hetta møguliga ikki var lógligt, og at hann tí tá átti at havt kannað málið. Ákærin helt heldur ikki, at hóttanirnar móti manninum og familjuni eiga at hava ávirkan á hesum málinum. Tí helt ákærin, at maðurin eigur at verða dømdur at gjalda 2000 kr. í bót.

Verjin hjá manninum helt hinvegin, at løgreglan er lopin framav í hesum málinum. Maðurin hevur sett vakmyndatólini upp, tí at hann hevur verið bangin fyri trygdini hjá sær og sínum. Verjin helt, at løgreglan er farið fram við manninum sum um at hann var ein stórbrotsmaður við húsarannsóknini, hóast hesin hevur handlað í góðari trúgv, tá løgreglan væl visti um hansara vakmyndatól. Verjin samanbar málið við at skjóta spurvar við kanón. Tí kravdi verjin frídøming.

Dómur verður sagdur í málinum um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder