Fyri tveimum vikum síðani varð bólkurin Impartial valdur at umboða Føroyar í Wacken Metal Battle finaluni í Týsklandi.
Føroyska Wacken Metal Battle finalan mátti avlýsast orsakað av koronasmittuni, men ein dómsnevnd valdi ein vinnara kortini. Dómsnevndin fekk tvey løg hjá hvørjum luttakandi bólki at lurta eftir, og eitt av løgnum, sum var við til at vinna kappingina, varð givið út í gjár.
Nýggja staklagið hjá Impartial eitur "You Be You". Tað var í vikuskiftissendingini í útvarpinum í gjár, at lagið á fyrsta sinni varð spælt fyri almenninginum.
Í vikuni varð boðað frá, at Wacken Metal Battle finalan í Týsklandi verður av ongum í summar. Í staðin verður kappingin flutt til 2021, og sleppur Impartial sostatt at umboða Føroyar næsta ár.
Nýggja staklagið, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri, er tikið upp í Kris-stuff Studio.
Jákup Ólavsson syngur, Bjørn Askham og Regin Gaard spæla gittar, Oddmar K. Hermansen spælir bass, og Jóhan Petersen spælir trummur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald