![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag, 14. februar 2025, eru júst 20 ár liðin, síðan YouTube, heimasíðan, sum broytti, hvussu vit deila og hyggja eftir sjónbondum á netinum, varð stovnað.
Tað vóru teir tríggir starvsfelagarnir á PayPal, Steve Chen, Chad Hurley og Jawed Karim, sum 14. februar 2005 stovnaðu vælumtóktu heimasíðuna.
Fyrsta sjónbandið varð lagt út á YouTube 23. apríl 2005. Tað er 19 sekund langt og vísir Jawed Karim í djóragarðinum í amerikanska býnum San Diego. Í dag hevur sjónbandið verið víst 350 milliónir ferðir.
14 milliardir sjónbond
Í 2006 keypti Google YouTube fyri 1,65 milliardir dollarar, og 20 ár seinni er heimasíðan framvegis í menning. YouTube hevur í dag alt frá amtørinnihaldi til størri filmsframsleiðslur og er seinastu árini vorðin ein veruligur kappingarneyti hjá sjónvarpsrásunum. Sambært Google verða umleið 500 tímar av tilfari lagt út á síðuna hvønn minutt.
Talið á sjónbondum, sum eru tøk á YouTube, er ikki almannakunngjørt, men sambært kanning frá University of Massachusetts, sum varð almannakunngjørd fyri einum ári síðani, er talan um umleið 14 milliardir, skrivar Ritzau.
Í 2006 hevði YouTube sambært BBC 34 milliónir vitjandi um mánaðin, sum í miðal hugdu eftir 100 milliónum sjónbondum um dagin tilsamans. Talið á vitjandi um mánaðin í dag er um 2,5 milliardir, og í miðal hyggja vitjandi tilsamans eftir umleið fimm milliardum sjónbondum um dagin, skrivar BBC.
Mest sædda sjónbandið á YouTube
Mest sædda sjónbandið á YouTube er "Baby Shark Dance", sum varð lagt út í juni 2016. Tað er síðani víst 15,6 milliardir ferðir. Sjónbandið vísir m.a. børn, sum dansa til sangin "Baby Shark".
Á øðrum plássi er eitt sjónbandalag til sangin "Despacito" hjá puertorikanska sangaranum Luis Fonsi, sum varð lagt út í januar 2017. Tað er víst 8,7 milliardir ferðir.
Fyrsta sjónbandið, sum varð víst eina milliard ferðir var sjónbandalagið til sangin "Gangnam Style" hjá suðurkoreanska PSY. Sjónbandalagið varð lagt á heimasíðuna í juli 2012, og longu í desember sama árið høvdu yvir ein milliard hugt eftir tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald