Innanlands

Yvir 10 milliardir útgoldnar í lønum í fjør

Parturin hjá monnunum økist

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-01-07 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

10 milliardir, 63 milliónir og 514 túsund krónur. Tað er upphæddin, sum varð goldin út í lønum í Føroyum í fjør. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni fyri árið 2019.

Ongantíð fyrr hava lønarútgjaldingarnar verið oman fyri 10 milliardir. Í 2018 vórðu 9,4 milliardir og árið fyri 8,9 milliardir útgoldnar í lønum. Vøksturin frá 2018 til 2019 var sostatt 6,8 prosent., skrivar hagstovan.fo

Men tað eru menninir, sum eiga munin, tá tað kemur til lønarútgjaldingar. Parturin hjá monnunum var 62,8 prosent av lønunum, meðan kvinnurnar fingu 37,2 prosent. Hetta er nakað sama býtið, sum árið frammanundan, tó eitt sindur meira til menninar.

Størstp parturin av lønunum kom frá almennum tænastum, 3,3 milliardir krónur. Privata tænastuvinnan lat 3,1 milliardir í lønum, fiskivinnan 2 milliardir og byggivinnan 1,6 milliardir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder