![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
17.065 gestir vitjaðu Listasavn Føroya í 2021, og hetta er met. Talan er heldur ikki um eitt fult kalendaraár, tí talan er um tíðarskeiðið frá 1. janunar til 1. november, tá savnið læt aftur vegna umvæling.
Í tíðindaskrivi boðar Listasavn Føroya frá, at økingin í vitjanartalinum serliga stendst av mongu føroysku gestunum, sum hava vitjað savnið í ár. Í bæði 2020 og 2021 hava væl færri útlendingar vitjað savnið samanborið við undanfarin ár - hetta hongur sjálvandi saman við koronustøðuni.
Um hugt verður eftir talinum av føroyskum gestum, samanborið við tað í 2019, so er talan um ein vøkstur á heili 90 prosent.
- Vit eru ótruliga fegin um mongu vitjanirnar og gleða okkum til at lata upp aftur 1. februar við nógvum spennandi framsýningum og tiltøkum. Vit stremba alla tíðina eftir at menna okkara tilboð og skapa góðar listaupplivingar fyri øll, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.
Listasavn Føroya eru undir umvæling í løtuni. Savnið letur upp aftur 1. februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald