Eftir tvey ár har avmarkingar settu sín dám á, hevur 2022 verið sum eitt vanligt ferðamannaár.
Í roynd og veru hevur árið verið heilt gott, í mun til flogferðsluna í Føroyum. Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllinum í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn.
Hetta skrivar Kringvarpið í dag.
Ferðafólkatalið hevur bert verið hægri einaferð áður. Tað var í 2019, beint áðrenn koronufarstóttin fór at seta dám á. Tá vóru ferðafólkini 424.281; tað vil siga, at næstan 18.000 fleiri enn í fjør.
Ferðafólkatalið í 2022 var harvið beint undir 96 prosent av tí, sum tað var í 2019
Í desember í fjør vóru ferðafólkini 22.373, níggju prosent færri enn í desember 2019, tá tey vóru 24.595, upplýsir Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald