![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
52 milliónir eru útgoldnar til tey yvir 4.000 fólkini, sum hava fingið játtað lønarískotyi í samband við koronastøðuna.
Hetta skrivar Kringvarpið, ið hevur fingið upplýst tøl frá ALS.
Stutt eftir at landið fór niður í ferð varð sagt, at Arbeiðsloysiskipanin hevði áleið 900 milliónir at taka av.
Tað gongur rætta vegin, í tann mun at yvir 4.000 fólk hava verið knýtt at lønarískoytisskipanina. Nú eru fleiri farin til arbeiðis aftur, og talið er 3.562. 1821 kvinnur og 1741 menn. 1620 eru úr Suðurstreymoy
Seinastu vikurnar hava 924 fyritøkur, tá eru umsóknir frá sjálvstøðugum vinnurekandi taldar við, søkt um lønarískoyti til síni starvsfólk, veit Kringvarpið at siga. 75 fólkapensjónistar hava fingið 550.000 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald