Innanlands

Yvir eina millión afturat til Søldarfjarðar skúla

Har er ikki skúlagongd longur men vøggustova umframt millum annað taekwondo-ítróttur á staðnum. Fimta byggistig umfatar umvæling av veggunum á norðara enda

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Heri Hansen fyri Timburtænastuna (Mynd: runavik.fo)

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Heri Hansen fyri Timburtænastuna (Mynd: runavik.fo)

2025-05-20 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur ongin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla. Børnini í bygdini og á Skipanesi hava ístaðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og í Runavík.

Runavíkar kommuna hevur tó syrgt fyri, at bygningurin hevur verið í brúk.

Seinastu árini hava millum annað vøggustova og taekwondo-ítróttur verið í skúlanum í Søldarfirði, og fyri einum góðum ári síðani vóru tvær nýggjar vøggustovur tiknar í nýtslu í ovaru hæddini.

Hetta var eitt av byggistigunum - ella umvælingarstigunum.

Runavíkar kommuna skrivar, at í fleiri ár eru umvælingar gjørdar eftir tekningum frá Fuglark, sum upprunaliga sniðgóvu bygningin, og í dag var sjøtul settur á byggistig 5 í umvælingararbeiðnum.

Í hesum umfarinum snýr tað seg um at umvæla útveggirnar á norðara endanum á skúlanum.

Í góðveðrinumi gjáramorgunin skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt fimta. stigið í samlaðu ætlanini.

Undirskrivaða avtalan kostar slakar 1,2 milliónir krónur, upplýsir runavik.fo. Timburtænastan hevur avrikað øll hini byggistigini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder