Tá amerikanska sjóverjan hevði kannað 94 prosent av teimum 4.800 fólkunum umborð á koronarakta flogberanum Theodore Roosevelt, var staðfest, at yvir 600 høvdu smittuna.
Men tað mest óvæntaða við úrslitinum var, at 60 prosent av teimum, sum høvdu smittuna, ikki høvdu nøkur sjúkueyðkenni, kendu seg ikki sjúk og vóru óvitandi um, at tey vóru smittað. Tað skrivar Navy Times.
Henda uppdagingin stuðlar úrslitum, sum fyrr eru staðfest í Kina og Italia, og sum benda á, at nógv fleiri enn hildið hava virussið í kroppinum, skrivar norska tíðindastovan, NTB.
Amerikanskir heilsumyndugleikar hava fyrr mett, at millum 25 og 50 prosent kunnu vera smittað uttan at vita av tí.
Kinesiskir myndugleikar eru eisini komnir til somu niðurstøðu. Kina ger royndir av øllum fólkum, sum koma til landið, og staðfesti rættiliga tíðliga, at fýra av fimm, sum høvdu smittuna, ikki høvdu sjúkueyðkenni.
Sambært blaðnum South China Morning Post, sum hevði upplýsingarnar frá loyniligum skjølum, hevði Kina síðst í februar staðfest smittu hjá 43.000 fólkum, sum ongi sjúkueyðkenni høvdu.
Smittuserfrøðingurin Tom Jefferson hjá Centre for Evidence-Based Medicine á lærda háskúlanum Oxford hevur við bretska læknatíðarritið BMJ sagt, at kinesisku uppdagingarnar eru týdningarmiklar.
- Um hesi úrslitini eru umboðandi, so mugu vit spyrja okkum sjálvi, hví hundan vit steingja alt niður, segði hann.
Saman við tveimum øðrum granskarum hevur Jefferson kannað hagtøl frá ymsum støðum í heiminum og staðfest, at ein stórur partur av smittaðum ikki er sjúkur.
Ein hóptesting av íbúgvunum í bygdini Vo’Euganeo vestan fyri Venesia í Italia vísti, at millum 50 og 75 prosent av øllum, sum høvdu smittuna, ikki høvdu sjúkueyðkenni.
67 prosent av einum bólki av blóðgevun í Norðuritalia vóru eisini staðfest positiv, men kendu onga sjúku á sær. Sama var við 57 prosentum av teimum, sum fingu staðfest smittuna á einum røktarheimi í Washington og 50 prosent av teimum, ið vóru staðfest positiv í Íslandi, skrivar NTB.
Ein kanning av smittaðum børnum í Kina vísti, at 94 prosent antin ikki høvdu sjúkueyðkenni, ella bert kendu heilt veik tekin til sjúku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald