Innanlands

Yvir hundrað hvalir í Vestmanna

Stór grind verður hildin til í løtuni

Vestmanna fyri løtu síðan (Mynd: Sverri Egholm)

Vestmanna fyri løtu síðan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 16:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani byrjaði grindadrápið í Vestmanna.

Grindin varð funnin norðan fyri Slættanes seinnapartin, og avgerð varð tikin um at reka grindina inn á Vestmanna.

Nú her beint fyri klokkan hálvgun fimm fór drápið í gongd. Mett verður, at talan er um eina stóra kring - í hvussu so er yvir hundrað hvalir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder