Innanlands

Yvirfriðingarnevndin viðgerð ikki tunnilin til Dals enn

Landsverk má bíða

Dalsvegurin (Mynd: Landsverk)

Dalsvegurin (Mynd: Landsverk)

2019-02-14 09:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast friðingarnevndin í Sandoyar sýslu hevur góðkent verkætlanina hjá Landsverk at gera tunnil til Dals, skal verkætlanin eisini góðkennast hjá Yvirfriðingarnevndini. Og avgerð verður ikki tikin enn.

Tunnilin til Dals er ikki á skrá hjá Yvirfriðingarnevndini fyrrenn næsta fund hjá nevndini, sum er síðst í hesum mánaðinum, skrivar KVF.

Orsøkin til at tunnilin ikki er á skrá til komandi fund er, at skráin til fundin longu var gjørd, tá nevndin fekk málið um tunnilin, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini.

Les eisini: Koyrandi til gjøgnum Dalstunnilin um fýra ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder