Innanlands

Yvirgangsmaðurin umboðar seg sjálvan

Brenton Tarrant, sum eru undir illgruna at hava dripið 50 fólk í Ný Sælandi, hevur koyrt sín sakførara

Mynd: TRT World

Mynd: TRT World

2019-03-18 09:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

28 ára gamli Brenton Tarrant, sum er undir illgruna fyri at hava dripið 50 fólk við tveimum moskum í Christchurch í Ný Sælandi fríggjadagin, vil umboða seg sjálvan í rættinum.

Tarrant, sum er varðhaldsfongslaður til 5. Apríl, hevur koyrt sakførara sín, tí at hann vil tosa sína søk í rættinum. Hetta váttaði Richard Peters, sum skuldi umboða Tarrant í rættinum, fyri New Zealand Herald.

Væntað verður, at Tarrant fer at brúka rættarsakina til at siga frá sínum víðgongdu høgravendu meiningum. Áðrenn álopið fríggjadagin almannakunngjørdi Tarrant eina yvirlýsing, har hann segði frá sínum meiningum, og har hann umrøddi seg sjálvan sum ein “vanligan hvítan mann”, sum var hevði fingið íblástur frá Anders Behring Breivik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder