2024-09-06 07:51
Beint fyri middag í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Vatnavegnum millum Miðvág og Vatnsoyrar.
Undir einari yvirháling hendi okkurt hjá einum bilførara, sum misti tamarhald á bilinum, tá hann skuldi inn á egna vegbreyt aftur. Bilurin endaði á einari gravkúgv, sum stóð í høgrusíðu á vegnum.
Eitt fólk var í bilinum, men eingin persónsskaði var. Bilurin fekk stóran skaða og pláturnar eru tiknar av bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald