2024-11-03 11:01
Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp uttanfyri Eysturoyartunnilin, Hvítanesmegin.
Ein bilur yvirhelt ikki víkiskylduna, tá hann skuldi koyra út á vegin og koyrdi út fyri annan bil. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum, men eini bilurin fekk nakað av skaða.
Ferðslan var darvað eina løtu, men eftir umleið hálvan tíma, koyrdi alt aftur sum vanligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald