Innanlands

Yvirlit: Hesi eru forfólk í nevndum Løgtingsins

Fólkaflokkurin hevur Uttanlandsnevndina, Trivnaðarnevndina og Rættarnevndina. Sambandsflokkurin Fíggjarnevndina og Landsstýrsmálanevndina. Javnaðarflokkurin hevur Vinnunevndina og Mentanarnevndina

Fróði Magnussen skal standa á odda fyri Rættarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fróði Magnussen skal standa á odda fyri Rættarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-20 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tingfundurin verður tikin uppaftur um eina lítla løtu - mest sannlíkt fyri seinastu ferð í dag.

Tað er greitt, hvørji standa á odda fyri teimum sjey føstu nevndunum.

Hjá tveimum flokkunum eru tingbólkaforfólk vald.

Fólkaflokkurin: 
Uttanlandsnevndin: Jørgen Niclasen
Trivnaðarnevndin: Grímur Sundstein
Rættarnevndin: Fróði Magnussen

Tingbólkaforfólk: Ikki avgjørt enn

Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Fróði Magnussen

Sambandsflokkurin: 
Fíggjarnevndin: Helgi Abrahamsen
Landsstýrismálanevndin: Erhard Joensen

Tingbólkaformaður: Helgi Abrahamsen

Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Erhard Joensen

Javnaðarflokkurin:
Vinnunevndin: Ben Arabo
Mentanarnevndin: Súsanna Bertholdsen

Tingbólkaforkvinna: Eyðgunn Samuelsen

Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Jóhannis Joensen

Andstøðan hevur einki forfólk men 15 av teimum samlaðu 45 nevndarsessunum.

Løgtingsgrannskoðari fyri størsta andstøðuflokkin, Tjóðveldi, er Bjørg Byrnhildardóttir Egholm



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder