2019-06-05 08:05
Valstøðini lata upp klokkan 9 í morgun, og føroyingar skulu taka avgerð um hvør skal á fólkating at umboða Føroyar.
63 fólk bjóða seg fram. 26 kvinnur og 37 menn.
Teir flokkarnir, sum hava flest valevni eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum hava 15 valevni hvør. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava 13 valevni hvør, og Framsókn hevur 6 valevni, meðan Sjálvstýri hevur eitt.
Kringvarpið hevur gjørt yvirlit yvir hvørji stilla upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald