Innanlands

Yvirliving fyri krabbamein er lægri í Føroyum samanborið við hini Norðurlondini

Hetta kemur fram í nýggjari vísindaligari grein hjá føroyskum granskarum og er bygt á tøl fyri seinastu 50 árini. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar fyri at kanna, hví føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving

Níggju føroyskir granskarar hava staðið fyri kanningini - Tað gjørdist millum annað greitt, at fimm-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág (Mynd: Jens Kr. Vang)

Níggju føroyskir granskarar hava staðið fyri kanningini - Tað gjørdist millum annað greitt, at fimm-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-14 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggj grein við heitinum "Cancer survival in the Faroe Islands over the last 50 years compared to the other Nordic countries" vísir, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman.

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya í dag. 

Nevnda greinin er júst útgivin í International Journal of Cancer, og høvundarnir eru Marnar Fríðheim Kristiansen, Ronja Midjord Mikkelsen, Tordis Kristiansdóttir, Guðrið Andórsdóttir, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Bjarni á Steig, Kári Rubek Nielsen, Maria Skaalum Petersen og Marin Strøm.

[object Object]

Í greinini verður yvirliving hjá føroyskum krabbasjúklingum samanborin við sjúklingar í hinum Norðurlondunum tey seinastu 50 árini. Tað varð gjørt við at nýta tølini, sum koma burturúr NORDCAN-samstarvinum, har krabbameinshagtøl verða uppgjørd á sama hátt í øllum Norðurlondum. Yvirlivingin verður víst sum 1-ára og 5-ára relativ yvirliving, skrivar setur.fo

- Úrslitini vísa, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, samanborið við hini Norðurlondini, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman.

Tað gjørdist millum annað greitt, at fimm-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág. Yvirliving fyri kvinnur við bróstkrabba og menn við bløðrukrabba var lág fyri nøkur av fyrru tíðarskeiðunum, men hevur rokkið støðinum hjá hinum Norðurlondunum í seinastu uppgerðini.

Granskararnir siga, at gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar fyri at kanna, hví føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving.

- Eisini eiga slíkar yvirlivingar-greiningar at verða framdar regluliga fyri at fylgja við, hvussu støðið av viðgerð og útgreinan hjá føroyskum krabbameinssjúklingum liggur, skrivar Setrið at enda.

Øll greinin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder