Yvirskipaðar samráðingar um samgongu

Fyrrapartin var formansumfar í Løgtinginum, har Aksel V. Johannesen varð útnevndur samráðingarleiðari og fekk sostatt møguleika at royna at skipa samgongu. Nú eru yvirskipaðar samráðingar í gongd millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn

Aksel V. Johannesen er útnevndur samráðingarleiðari eftir løgtingsvalið. Hann hevur fingið til uppgávu at royna at skipa samgongu. Í løtuni eru yvirskipaðar samráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen er útnevndur samráðingarleiðari eftir løgtingsvalið. Hann hevur fingið til uppgávu at royna at skipa samgongu. Í løtuni eru yvirskipaðar samráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 16:08 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Á løgtingsvalinum gjørdist Javnaðarflokkurin størsti flokkur og vildi hava samráðingarrættin. Formansumfar var fyrrapartin, har flestu flokkar vístu á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, var ein av teimum, sum vísti á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Men hon hevði tað ynski, at mann skal fara burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur verið ráðandi í Føroyum seinastu árini, og tí mælti hon til eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Teir flokkarnir hava verið á fundi saman seinrapartin. Nú hevur Aksel V. Johannesen tosað við Kringvarpið og lýsir nú fundin sum yvirskipaðar samráðingar.

Endamálið er at vita, um mann kann semjast um tey yvirskipaðu tingini. Er mann ikki samdur um tað, so er eingin orsøk at halda fram við veruligum realitetssamráðingum. Tað vita vit meiri um í morgin, segði Aksel V. Johannesen við Kringvarpið fyri løtu síðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder