Innanlands

Yvirtøkan hjá P/F 01.11.2018 av P/F H-Dygd góðkend

Yvirtøkan kemur ikki at forða fyri virknari kapping á marknaðinum

2018-12-27 13:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kappingareftirlitið fekk tann 13. november 2018 fráboðan um, at P/F 01.11.2018 v. Sp/f Framherji, P/F Varðin og P/F Kimbil hevði í umbúna at keypa allan partapeningin í P/F H-Dygd frá P/F Tváttá.

Talan er um yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Kappingareftirlitið hevur kannað yvirtøkuna og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan hjá P/F 01.11.2018 av P/F H-Dygd kann góðkennast, tí mett veður ikki, at yvirtøkan kemur at forða fyri virknari kapping á marknaðinum, skrivar Kappingareftirtilið á heimasíðuni.

Les avgerðina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder