2021-04-17 16:11
Sunnudagin tann 18. apríl 2021 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður sunnudagin og Hilmar Høgenni fer at røða.
Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. mai og er opin soleiðis frá mánadegi til fríggjadag kl. 14-17 og sunnudagar frá kl. 15-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald