
Ein rúgva av løgreglufólki og løgreglubilum. Stongdir vegir við Marienborg, og broyttar rutur hjá bussum har á leiðini.
Men hví?
Hetta undraðust TV2 og aðrir danskir miðlar á í morgun.
Stutt eftir klokkan níggju føroyska tíð varð tað tó almannakunngjørt, at talan er um ein annars ófráboðaðan toppfund millum tey norðurlendsku og balitsku londini - har Volodymyr Zelenskyj luttekur.
Tá ukrainski forsetin er til staðar, so skal trygdin vera eyka stór.
Umframt Danmark og Ukraina luttaka Estland, Finnland, Ísland, Letland, Litava, Noreg og Svøríki á fundinum í Keypmannahavn.
Boðini harfrá skulu vera greið, staðfestir danska forsætismálaráðið í fráboðan:
- Meðaan Putin heldur á við sínum vemmiligu álopum, vísa ukrainar eina ótrúliga styrki og eitt evni at verja sítt land. Har er ein miðvísur vilji um at vilja søkja friðin. Í hjálpini í tí stríðnum, hava tey norðurlendsku og baltisku londini ein stóran leiklut, sigur Mette Frederiksen.
Forsætisráðfrúan staðfestir, at greiði stuðulin til Ukraina skal vísast í dag og frameftir, samstundis sum størri trýst skal leggjast á Russland.
Stutt fyri klokkan 14 føroyska tíð, eftir topp-fundin, halda Volodymyr Zelenskyj og Mette Frederiksen ein tíðundafund á Marienborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald