
Skal ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, verður tað ikki í russiska høvuðsstaðnum.
Tað ger Zelenskyj greitt í samrøðu við amerikanska ABC News, sum Ritzau endurgevur.
– Hann (Putin, red.) kann koma til Kyiv, sigur Zelenskyj.
Tað var mikudagin á tíðindafundi í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing, at Putin segði, at hann fegin vildi hitta Zelenskyj í Moskva. Tað hevði verið besta stað at hittast, segði hann.
Men hesum er Zelenskyj ikki samdur í.
– Eg kann ikki fara til Moskva, tá land mítt er undir álopi hvønn dag. Eg kann ikki fara til høvuðsstaðin hjá hesum yvirgangsmanninum, segði hann.
Zelenskyj hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil hitta Putin og fara undir beinleiðis samráðingar um frið í Ukraina, men Russland hevur sagt, at umstøðurnar ikki eru tær røttu.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur tó lagt dent á at fáa ein fund í lag millum Putin og Zelenskyj, serliga eftir, at hann hevði vitjan av teimum báðum - hvør sær - í august. Hann hitti Putin í Alaska og Zelenskyj í Washington.
Í farnu viku segði Trump sambært ABC News, at hann var vísur í, at har fór at verða ein fundur millum hann, Putin og Zelenskyj, men ein fundur bara millum Putin og Zelenskyj var meira ivasamt.
Sambært Zelenskyj er uppskotið hjá Putin um at hava fundin í Moskva ein roynd at útseta hann. Hann ger tó greitt, at hann er til reiðar til ein fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald