Ukraina er til reiðar at fara undir veruligar friðarsamráðingar, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskir at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, tá ein friðarætlan er gjørd í samstarvi við USA og Evropa.
Tað sigur Zelenskyj, sum er á trygdarráðstevnu í München í hesum døgum.
– Eg vil ikki hitta tilvildarligar russar. Eg vil bert hitta ein: Putin. Og tað fer bert at henda, tá vit hava eina felags ætlan við Trump og Evropa. So seta vit okkum niður saman við Putin og fáa ein enda á krígnum. Bert tá eri eg til reiðar at møta upp, sigur ukrainski forsetin sambært Ritzau.
Zelenskyj sigur seg vera sannførdan um, at amerikanski forsetin, Donald Trump kann finna eina loysn í stríðnum millum Russland og Ukraina, um hann stuðlar ukrainum.
– Eg líti á hann. Fólk hava valt hann, og vit kunnu síggja, at hann er ein sterkur maður. Velur hann okkara síðu í staðin fyri at standa í miðjuni, fer hann veruliga at kunna leggja trýst á og fáa Putin at gera ein enda á krígnum.
Fyrsti fundur millum Zelenskyj og Vance
Í vikuni kom umsitingin hjá Trump annars við fleiri útsøgnum, sum eru lítið hugaligar fyri ukrainar.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth segði mikudagin, at Ukraina fyri at fáa eina friðaravtalu í lag noyðist at siga frá sær landaøki, sum Russland hevur hertikið, umframt at Ukraina má droppa ætlanina um at gerast partur av Nato. Limaskapur í verjusamgonguni var annars ein partur av friðarætlanini, sum Zelenskyj legði fram í september og skuldi forða nýggjum russiskum álopum.
Fríggjadagin hitti Zelenskyj fyri fyrstu ferð amerikanska varaforsetan, J.D. Vance fyri at umrøða støðuna í Ukraina. Efti fundin segði Vance m.a. soleiðis:
– Vit vilja hava ein enda á krígnum, og vit vilja hava, at drápini skulu steðga.
Amerikanski varaforsetin legði afturat, at USA ynskir ein varandi frið og ikki tað slagið av friði, sum elvir til stríð í Eysturevropa nøkur fá ár seinni.
Bæði Zelenskyj og Vance boða frá, at teir høvdu eitt gott prát, og sambært ukrainska forsetanum verður hetta ikki seinastu ferð, at teir hittast.
![]()
Zelenskyj og Vance á fundi í gjár (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald