Uttanlands

Zelenskyj hevur dyggan stuðul við til Washington

Fleiri av mest týðandi politisku leiðarunum í Evropa eru eisini við til fundin í Washington í dag

Volodymyr Zelenskyj og Ursula von der Leyen hildu fyrireikandi videofund við hinar evropeisku leiðararnar í gjár (Mynd: EPA)

Volodymyr Zelenskyj og Ursula von der Leyen hildu fyrireikandi videofund við hinar evropeisku leiðararnar í gjár (Mynd: EPA)

2025-08-18 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er komin til amerikanska høvuðsstaðin, Washington, har hann seinni í dag skal hitt Donald Trump, forseta.

Zelenskyj kemur ikki einsamallur. Við sær hevur hann eina røð av evropeiskum leiðarum: Franska forsetan, Emmanuel Macron, bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, týska samveldiskanslaran Friedrich Merz, italsku forsætisráðkvinnuna, Giorgia Melono, finska forsetan Alexander Stubb, ES-nevndarforkvinnuna, Ursula von der Leyen og aðalskrivaran í Nato, Mark Rutte.

Undan fundinum hevur amerikanski forsetin lagt støðið. Á egna sosiala miðli sínum, Truth Social, skrivar Trump, at Krim hálvoyggin er mist til Russlands, og at Ukraina kann gloyma alt um at gerast limur í Nato.

Zelenskyj skrivar á X, at “friðurin skal vera varandi”.

- Ikki eins og fyrr, tá Ukraina varð tvungin til at lata Krim frá sær og partar av okkara eystasta landsluti, Donbas, og putin einans brúkti tað sum lopfjøl fyri nýggjum álopum, skrivar Zelenskyj, sambært dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder