2025-08-14 09:18

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í hesum døgum á rundferð í Evropa.
Í gjár vitjaði hann týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz, í Berlin, har teir hildu ein videofund saman við amerikanska forsetanum, Donald Trump, og fleiri øðrum evropeiskum leiðarum.
Í dag kemur Zelenskyj, forseti, til Bretlands, har hann skal hitta Keir Starmer, forsætisráðharra í Downing Street 10 í London, skriva bretskir miðlar.
Onki verður sagt um nær á degnum fundurin verður hildin, ella hvat fundurin skal snúgva seg um.
Tað er í morgin, fríggjadagin, at Donald Trump skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska, at tosa um kríggið í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald