Russland og Ukraina koma ikki nærri friði við, at USA linkar revsitiltøkini móti Russlandi, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Tað, at USA linkar ávís tiltøk móti russiska oljuídnaðinum kann geva Russlandi umleið tíggju milliardir dollarar til kríggið, og tað gagnar so avgjørt ikki arbeiðnum móti friði, heldur hann.
USA hevur fyribils linkað revsitiltøkini, sum skulu raka russiska olju. Í ein mánað sleppa lond at keypa russiska olju, men hetta er bert galdandi fyri skip, sum longu eru á sjónum við olju í lastini.
Hvussu Zelenskyj er komin fram til, at hetta fer at geva Russlandi tíggju milliardir dollarar er ógreitt.
Ukrainski forsetin ásannar, at kríggið í Miðeystri ikki er til fyrimun fyri Ukraina.
– Kríggið í Miðeystri gevur ikki Ukraina nakran fyrimun. Tað er lætt at skilja, at uppmerksemið hjá heiminum er vent móti Miðeystri, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Les eisini: – Hetta var ein skeiv avgerð hjá USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald